Rúni skal stjórna Volvo og Ford í Føroyum

– Tað eru nýggjar tíðir fyri framman. Aftaná at hava starvast hjá Auto Service í meira enn seks ár er tíðin komin til at royna nýggjar leiðir. Havi saman við øðrum keypt bilasøluna Wenzel, sum eftir jól verður mítt nýggja arbeiðspláss, har eg nú fari at selja Ford og Volvo bilar saman við fantastiskum fólki harúti.

 

Soleiðis sigur Rúni Djurhuus, sum saman við Peturi Slyne og Bárði Brimvík hevur keypt partafelagið Wenzel, sum hevur umboðað Ford í Føroyum síðani fyrsti bilurin kom á land í Havn tann 6. mai í 1922.

 

Sum skilst hevur Rúni Djurhuus keypt størsta partin, og tað verður hann, sum verður stjóri í felagnum, tá broytingarnar verða skrásettar hjá Skráseting Føroya.

 

– Eg fari at takka øllum mínum gomlu starvsfelagum fyri tað – eg komi at sakna tykkum. Eisini ein tøkk til øll tykkum sum hava keypt bil frá mær gjøgnum tíðina. Og til tykkum, sum skulu hava nýggjan bil, so er bara at koma út á Akranesgøtu 5, skrivar Rúni Djurhuus á Facebook.

 

P/F Wenzel hevur røtur heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen stovnaði ein maskinhandil í Havn. Fyritøkan seldi fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum í 1922. Tað var ein Ford TT lastvognur, sum svágrarir Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen seldu í felag.

 

Síðani 2006 hevur Gunnar Justinussen átt P/F Wenzel við bæði bygningum og sum Ford og Volvo-umboð í Føroyum.