Sigur nei-takk til 2,4 mió almennar krónur um árið

Alexandra greivinna og fyrrverandi kona Joakim prins, fer at siga neitakk til tær 2,4 milliónir krónurnar, sum hon fær á hvørjum ári, frá 22. juli í 2020 at rokna, tá yngsti sonur hennara, Felix prisnur, fyllur 18 ár.

 

Tað upplýsir sakførari hennara, Bjarke Vejby frá Advokatfelagnum Riemann.

 

Hon hevur fingið hesa játtan síðani byrjanina av 2004, tá hon og Joakim prinsur vórðu sundurlisin.

 

Játtanin er í dag 2,4 milliónir krónur. Hon er sambært lógini lívslong, sum vil siga, at hon ikki kann takast frá henni, uttan at hon sjálv vil tað.

 

Og tað vil hon nú – men tó við einum lítlum fyrivarni.

 

Greivinnan hevur onga pensjónsskipan, og tí vil hon, frá tí at hon ikki longur er á arbeiðsmarknaðinum, ikki frásiga sær fullu upphæddina.

 

Hon fer frá tí at rokna at móttaka eina upphædd, sum svarar til ein tænastumannapensjón, sum altso er munandi lægri enn tær 2,4 milliónir krónurnar, sum hon fær í dag.

 

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur eisini fingið boðini.

 

– Eg havi noterað mær, at Alexandra greivinda hevur boðað frá, at hon, tá Felix prinsur verður 18 ár, ynskir at frásiga sær tað veiting, sum hon fær frá danska statinum, so leingi sum hon er vinnuaktiv.

 

– Tað taki eg til eftirtektar, og tað er ein avgerð, sum eg havi virðing fyri, sigur hann í tíðindaskrivi.

 

/ritzau/