Sildakvotan fer helst at minka

Tilgongdin til svartkjaftastovnin hevur verið góð seinastu árini, men líkt er til, at 2016-árgangurin er heldur minni enn undanfarnu.

 

Fiskifrøðingar úr Noregi, Íslandi, Danmark og Føroyum gjødu í síðstu viku upp úrslitið av sildakanningunum, sum tey fýra londini gjørdu í felag í Norðurhavinum í mai mánaði.

 

Úrslitið vísir, at sildastovnurin er næstan ein fjórðing minni í ár, enn hann var í fjør. Stovnurin er nevniliga á sama stigi, sum hann var í 2012 og 2014.  

 

Í Felagnum Nótaskip vísa tey á, at tað er 2004-árgangurin, sum hevur verið álitið í fiskiskapinum seinastu árini. 2009-árgangurin var hampiligur, og fiskifrøðingarnir halda eisini, at 2013-árgangurin er rímiliga góður, men ikki so góður, sum 2004-árgangurin var.

 

Hesar kanningarnar verða ein partur av grundarlagnum, tá ICES í september fer at gera sítt tilmæla um kvotuna næsta ár.

 

- Í ár mælti ICES til at tvífalda kvotuna úr 316.000 tonsum í 2016 upp í 646.000 tons í 2017. Orsøkin til hesa hækking var ein broyting í modellinum, sum verður brúkt til stovnsmetingina - og ikki at stovnurin var betri fyri.

 

Felagið Nótaskip vísir á, at út frá kanningunum er sannlíkt, at ICES fer at mæla til eina lægri kvotu í 2018.

 

Skipini gjørdu eisini kanningar av æti og svartkjaftastovninum.

 

Úrslitið vísir, at tað er heldur meira til av æti í ár enn í fjør. Tilgongdin til svartkjaftastovnin hevur verið góð seinastu árini, men kanningarnar benda á, at 2016-árgangurin er heldur minni enn teir undanfarnu.