So nógva løn fáa sendiharrarnir

Sendimenn Føroya fáa góða løn – teir fáa næstan líka nógv sum løgmaður og eitt sindur meira enn landsstýrisfólk.

 

Tað er Kári P. Højgaard, sum hevur reist spurningin um, hvussu nógv løn sendimenn Føroya fáa, og hvussu teir verða settir í starv. Hann hevur sett Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, ein grein 52 spurning um málið, eftir at Uttanríkisráðið júst hevur kunngjørt, hvørji nýggju sendifólkini eru.

 

Lønin hjá sendiharrunum var í 2016 ímillum 68.120 og 74.800 krónur um mánaðin.

 

Kári P. Højgaard vil eisini hava at vita, um størvini sum sendimaður verða lýst leys ella um talan bert er um flytingar millum starvsfólkini í Uttanríkisráðnum. Hann spyr landsstýrismannin, um ein setanarnevnd ger tilmæli, ella um landsstýrismaðurin einsamallur setir sendiharrarnar, og hann vil eisini hava at vita, um størvini eru áramálssett.

 

Kári P. Højgaard vísir í spurningi sínum á, at onnur lond brúka eldri politikarar sum sendiharrar, fólk, ið hava drúgvar altjóða royndir og kenna politisku skipaninar.

 

Sambært upplýsingum, sum Miðlahúsið fekk frá Uttanríkisráðnum í fjør, so kosta tær fimm sendistovurnar um 11 milliónir krónur um árið, tá vit rokna løn hjá sendiharrum, ferðaútreiðslur og húsaleigu til skrivstovu og íbúð til sendiharran. Tølini niðanfyri, sum eru galdandi fyri 2016, eru frá Uttanríkisráðnum:

 

 

Um mánaðin:

løn kr

eftirløn kr

útiviðbót kr

tilsamans kr

Reykjavík

61.000

 

11.000

72.000

Brússel

46.000

8.050

20.533

74.583

London

51.300

9.000

14.500

74.800

Keypmannahavn

46.000

7.120

15.000

68.120

Moskva

50.100

8.765

14.500

73.365

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Um mánaðin

Leiga skrivstova

Leiga íbúð

 

tilsamans

Reykjavík

16.578

29.000

 

45.578

Brússel

71.245

16.040

 

87.285

London

85.000

38.300

 

123.300

Keypmannahavn

89.375

15.678

 

105.053

Moskva

95.000

skrivstova

og íbúð tils

95.000

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ferðaútreiðslur

 

 

Tilsamans

Reykjavík

 

 

 

32.826

Brússel

 

 

 

9.886

London

 

 

 

5.776

Keypmannahavn

 

 

 

15.592

Moskva

 

 

 

26.644

 

 

 

 

 

Útreiðslur tilsamans:

 

 

 

Reykjavík

 

 

 

150.404

Brússel

 

 

 

171.754

London

 

 

 

203.876

Keypmannahavn

 

 

 

188.765

Moskva

 

 

 

195.009

 

 

Tilsamans

um mán.

909.808

 

 

Tilsamans

um árið

10.917.696

 

Tá Poul Michelsen hevur svarað fyrispurninginum frá Kára P. Højgaard fæst at vita, hvørji krøv eru til sendiharrarnar, og um tað passar, at størvini ganga upp á skift millum fólk, sum starvast í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.