Spreingingar í Kyiv

- Átaksfólk eru send til býarpartar næridis miðbýnum í Kyiv, sigur borgarstjórin.

 

Eygnavitnir greiða tíðindastovuni Reuters frá, at fleiri spreiningar hava verið í Kyiv.

Loftávaringar eru í gongd í ukrainska høvuðsstaðnum.

 

Sambært býarmyndugleikunum eru leivdir av rakettum dotnar niður yvir býin og hava rakt íbúðarbygning.

Á Telegram upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, at átaksfólk eru send til økir nærindis miðbýnum.

 

- Hjálparfólk eru send til býarpartarnar, Petsjersk, Solomjanskyj og Dniprovskyj, eftir rakettálopið, sigur Vitalij Klitsjko.

 

Hann leggur aftrat, at í Petsjersk er ein bygningur í trimum hæddum oyðilagdur av rakettleivdum.

 

Borgarstjórin sigur, at higartil er frætt um, at fýra fólk eru løstað í russisku álopunum.

 

- Tvær kvinnur hava fingið læknaviðgerð á staðnum og tvær aðrar, harav onnur er 16 ára gomul, eru fluttar á sjúkrahús, sigur Vitalij Klitsjko.

 

Sagt verður, at russar brúktu rakettir, sum ferðast skjótari enn ljóðið, í seinastu álopunum á ukrainska høvuðsstaðin.