Stjórnarskipan: Uppskotið er borðbært

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var ein teirra, sum á sinni gjørdi uppskotið til stýrisskipanarlógina, sum kom í gildi í 1994.

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var ein teirra, sum á sinni gjørdi uppskotið til stýrisskipanarlógina, sum kom í gildi í 1994.

 

Við Rás2 í gjár segði Bjørn á Heygum, at uppskotið hjá løgmanni til stjórnarskipan er í stríð við stýrisskipanarlógina, men tað er ikki rætt, sigur hann í dag. Tí uppskotið tekur hædd fyri, at ávísar greinar í uppskotinum ikki fáa gildið, fyrr enn tvey Løgting – við løgtingsvali í millum – hava staðfest lógarbroytingina, sum loysir av stýrisskipanarlógina frá 1994.

 

– Eg hevði yvirsæð, at uppskotið tekur hædd fyri hesum. Tí var kritikkurin hjá mær í gjár ikki rættur, sigur Bjørn á Heygum.

 

Tað er í grein 57 í uppskotinum, at sagt verður, hvussu stýrisskipanarlógin kemur í gildi, um hon verður samtykt. Fyrri parturin í grein 57 (Samtykt og gildi) er soljóðandi:

 

»Henda lóg fær gildi, tá ið formaðurin í valnevndini í almenna kunngerðablaðnum hevur kunngjørt, at lógin er samtykt á fólkaatkvøðu, har fleiri eru fyri enn ímóti. Lógin verður útint sambært verandi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.«

 

Seinni parturin í grein 57 tekur fyrivarni fyri, at stýrisskipanarlógin frá 1994 skal haldast. Og ljóðar soleiðis:

 

»§ 1 stk. 3, § 2, § 26, §§ 31-50 og §§ 53-55 fáa tó ikki gildi, fyrr enn tær eru settar í gildi við serstakari lóg, eftir at hon er endaliga samtykt sambært reglunum í § 57 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya. Samstundis, sum nevndu greinar fáa í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýriskipan Føroya.«

 

– So eg haldi, at uppskotið avgjørt er borðbært sum tað fyriliggur, sigur Bjørn á Heygum.

 

Hann vísir á, at preambulin – tað er formæli – bara staðfestir tað, sum øll hava viðurkent, fimm stjórnir í Danmark og fimm forsætisráðharrar í Danmark, at sjálvsavgerðarrætturin liggur hjá fólkinum í Føroyum.

 

– Eingin fer at siga, at grundlógin ella heimastýrislógin standa oman fyri fólkaviljan. Í praksis er veruliga valdið og veruligi myndugleikin hjá fólkinum.

 

– Tað er tí einki forgjørt í at siga, at valdið liggur hjá fólkinum í Føroyum.

 

– Hvør kann hava nakað ímóti tí? Eg skilji ikki, at teir báðir advokatarnir (Christian Andreasen og Annfinn Vitalis Hansen, red.) eru so kategoriskir og bastantir, tí at formælið skal vera í stríð við heimastýrislógina og grundlógina, og at teir brúka so sterk orð. Eingin ósemja er um prinsippið, hatta er bara stríð um jura, sigur Bjørn á Heygum.

 

Hann heldur, at vit eiga at síggja meira nuanserað upp á formælið.

 

– Øll eru noydd at fyrihalda seg, til at evsta valdið er í Føroyum. Og tá vit gera tað, so eiga vit at eisini at tora at skriva tað niður, sum er veruleikin, og sum øll eru samd um, heldur advokaturin, sum ikki sær nakra orsøk til at siga, at vit ikki vilja taka fólkaviljan til eftirtektar.