Suni kann fáa 6,1 millión í uppsagnarløn

Um Betri Banki hevur gjørt, sum bankarnir plaga gera – og sum tað vanliga verður gjørt við fólk við høgari løn, sum fara úr starvi, so fær Suni Schwartz Jacobsen 6 milliónir og 142.000 krónur í fráfaringarløn.

 

Árslønin hjá Suna Schwartz Jacobsen sum stjóri í Betri Banka hevur verið 2.982.000 krónur við pensjón. Tað eru 248.500 krónur um mánaðin. Harafturat fær hann frían bil, sum verður skattaður sum ein inntøka upp á 89.000 krónur um árið. Tað merkir, at skattskylduga lønin hjá honum fyri at vera bankastjóri er 3.071.000 krónur um árið.

 

Sambært roknskapi bankans, so kann forstjórin av bankanum uppsigast við 24 mánaða freist. Men sigur hann upp sjálvur, so er freistin 3 mánaðir.

 

Spurningurin er so, um Suni Schwartz Jacobsen í veruleikanum sjálvur hevur sagt seg úr starvi, ella um nevndin hevur koyrt hann úr starvi. Hugsast kann eisini, at bankanevndin og bankastjórin eru samd um, at stjórin sjálvur leggur frá sær, men fær uppsagnarløn, sum um hann er sagdur úr starvi. Tað sær penari út – og fráfarni stjórin fær fulla samsýning.


Tá fólk við høgum lønum verða søgd úr starvi verður altíð ansað væl eftir, at tey varðveita øll rættindi – og ofta nógv meira afturat. Eingin sáttmáli hjá fakfeløgum gevur meira enn hálvt ára uppsagnartíð. Men hjá eitt nú bankastjórum er ikki óvanligt við tvey ára uppsagnartíð. Seinast stjórar vórðu koyrdir frá í Eik Banka var tað við trý ára uppsagnartíð. Og tá ein mánaðarløn hjá bankastjóra er sum ársløn hjá arbeiðsmanni, so verða lønarupphæddirnar astronomiskar í hugaheiminum hjá vanligum fólki, tá teir skulu hava fulla løn í áravís.

 

Men um tað er rætt, at Suni Schwartz Jacobsen sjálvur eftir egnum vali hevur sagt seg úr starvi, so eigur hann »bert« 255.917 krónur í fráfaringarløn. Um so er, so átti bankin at upplýst tað. Men enn vil eingin siga nakað. Tí kunnu vit bara gita og vísa á, at vanliga fær ein bankastjóri altíð løn sum um hann er uppsagdur.

 

Um bankin ikki fer at leggja tølini á borðið, so mugu vit bíða til ársroknskapurin fyri 2017 verður almannakunngjørdur.