Tamara skal spæla á Roskilde Festivalinum: – Eg havi eingi orð

Unga R'n'b sangarinnan úr Fuglafirði er avdúkað sum navn á stóra danska festivalinum.

– Eg havi eingi orð. Eg fái meg ikki til at túrgva, at eg skal spæla á Roskilde Festivalinum í ár!

 

Soleiðis skrivar fuglfirðingurin Tamara Mneney á Instagram, nú hon í farnu viku bleiv avdúkað til ársins Roskilde Festival.

 

– Orð kunnu ikki lýsa, hvussu spent og stolt eg eri at vera partur av hesari fantastisku skrá, skrivar Tamara.

 

Høvuðsnøvnini á Roskilde Festivalinum 2024 eru annars millum annað Doja Cat, Skrillex, Foo Fighters, Sza, Tems og PJ Harvey.