Tey reyðu samd: Broyta DR-sparingar eftir valið

Um stjórnarskiftið verður í Danmark eftir næsta fólktingsval, so eru reyðu flokkarnir klárir at broyta miðlasemjuna, áðrenn sparingarnar verða settar í verk.

 

Miðlasemjan, sum sparingarnar í DR í dag eru úrslit av, kann verða broytt, um reyður meiriluti verður eftir næsta fólkatingsval.

 

Bæði Javnaðarflokkurin, Eindarlistin, SF, Alternativið og Radikalu Vinstru eru til reiðiar at broyta partar av semjuni, um valdið skiftir.

 

– Tað var júst orsøkin til, at vit ikki vóru við í miðlasemjuni, at tað verður skorið alt ov nógv niður á okkara felags miðlainnihaldi og dansktmælt miðlainnihald, sigur framsøgumaðurin í miðlamálum hjá Javnaðarlfokkinum, Mogens Jensen.

 

– So um tað fellir okkum í lut at fáa stjórnarvaldið eftir næsta val, so fara vit at royna at gjøgnumføra okkara miðlapolitisku raðfestingar, sigur hann.

 

Í dag varð public-service sáttmálin, sum setir í kortið kósina hjá DR komandi árini, løgd fram.

 

Hon er úrslit av miðlasemjuni, sum skal virka fram til 2023, men flokkarnir eru klárir at hyggja upp á semjuna fyri ta tíð.

 

Søren Søndergaard, framsøgumaður hjá Eindarlistanum, sigur,a t flokkurin er til reiðar at broyta miðlasemjuni beint nú.

 

– Tí eru vit eisini fegin um, at teir flokkar, sum síggja út til vónandi at fáa stjórnarvalidð eftir valið, ikki eru partar av hesi semjuni og ikki eru bundnir av henni.

 

DR legði í dag fram eina spariætlan, sum úrslit av miðlasemjuni, sum sker DER við 20 prosentum.

 

Tríggjar útvarpsrásir steðga, talið av sjónvarpsrásum verður skert við trimum, og 375-400 fólk verða søgd úr starvi.

 

SF vil hava eina nýggja miðlasemju sum part av stjórnargrundarlagnum hjá eini reyð-grønari stjórn:

 

– Eftir næsta val má ein nýggjur meiriluti seta seg niður og semjast um ein nýggjan miðlapolitikki, har vit aftur styrkja public service, sigur Jacob Mark, framsøgumaður í miðlamálum.

 

Radikalu Vinstru eru eisini klár at gera eina nýggja miðlasemju, sigur Morten Østergaard, floksleiðari.

 

– Hendan miðlasemjan er eitt makkverk. Tí skal tann búskaparliga avtalan, miðalsemjan og public service-sáttmálin skæðast sundur og samráðast av nýggjum, um ein nýggjur meiriluti kemur til, sigur hann.

 

Somu tónar eru at hoyra frá Alternativinum. Framsøgumaðurin hjá teimum í miðlamálum, RAsmus Nordqusit, heldur tó ikki, at alt innihaldið skal rullast aftur.

 

– Tað kann man ikki, tá vit seta so stórar ætlanin í verk, sigur hann.

 

– Men tað er greitt, at tað skal gerast nakað fyri at styrkja public service. Tí eg haldi, at tað er trist at síggja tær avleiðingar, sum semjan hevur íd ag, sigur hann.

 

Næsta fólkatingsval skal í seinasta lagi haldast í juni 2019.

 

Lars Løkkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur fyrr sagt, at valið verður í fyrsta lagi í nýggja árinum.

 

/ritzau/