Trump skrivar undir fíggjarlóg og lýsir neyðrættarstøðu

Fíggjarlógaravtalan hevur nú fingið undirskrift forsetans, sum vil finna pengar til múrin – og nýtir kreppu sum hjáputur

Fíggjarlógaravtalan hevur nú fingið undirskrift forsetans, sum vil finna pengar til múrin – og nýtir kreppu sum hjáputur

 

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur skrivað undir ta fíggjarlóg, sum fyrr í vikuni er góðkend í báðum kømrunum í Kongressini.

 

Tað upplýsir talskvinna hansara, Sarah Sanders, fyri sjónvarpsstøðini CNN. Við undirskrift forsetans sleppur USA undan enn einaferð at steingja almennu umsitingina.

 

Hon hevði annars verið stongd á midnátt amerikanska tíð, um Trump ikki hevði skrivað undir.

 

Almenna umsitingin var stongd frá 22. desember til 25. januar vegna stóru ósemjuna um at byggja nógv umrødda múrin eftir markinum ímóti Mexico.

 

Tað er longsta tíðarskeið, at amerikanska almenna umsitingin hevur verið stongd.

 

Gjáranáttina samtykti Kongressin ta fíggjarlóg, sum tey hava samráðst seg fram til eftir ósemju í fleiri mánaðir.

 

Stórur meiriluti bæði í Senatinum og í Umboðsmannatinginum hevur atkvøtt fyri avtaluni, sum tó ikki hevur játtan til fígging av múrinum móti Mexico, sum Trump hevur stríðst fyri.

 

Tí ætlar hann at lýsa neyðrættarstøðu fyri at fáa fíggjað múrin, boðaði hann frá í gjár.

 

Sarah Sanders segði ikki beinleiðis við CNN, um Trump eisini hevur undirskrivað ta nógv umstríddu fráboðanina.

 

Men setur hann í verk neyðrættarstøðu, so leggur hann aftur upp til stríð við stóran part av Kongressini og kann vænta sær nógvar atfinningar.

 

Tær fyrstu koma úr statinum New York, sum hevur boðað frá, at avgerðin um at lýsa neyðrættarstøðu fer at verða løgd fyri ein dómstól.

 

Í nátt hevur rættarnevndin í Umboðsmannatinginum, har Demokratarnir hava meiriluta, sent eitt bræv til Donald Trump.

 

Har verður sagt, at nevndin alt fyri eitt fer at seta í verk eina kanning av fráboðanini hjá forsetanum, skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Nevndin heldur, at fráboðanin er ólóglig og í stríð við strýrisskipanin landsins.

 

– Vit halda, at fráboðan tín um neyðrættarstøðu vísir, at tygum skilaleyst skúgva til viks tríbýtið av valdinum og tína egnu ábyrgd fyri stýrisskipanini, skrivar rættarnevndin.

 

Rættarnevndin biður forsetan um í seinasta lagi næsta fríggjadag um at lata tey skjøl, sum eru grundarlag undir avgerðini.

 

/ritzau/