Trý føroyingalið endaðu í topp-6 og tvey fluttu niður

Tey seks føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini leiktu seinnapartin í dag seinastu dystirnar hetta kappingarárið

Frá vinstru: Pauli Mittún, Niklas Højgaard Hanusarson og Brandur Halgirsson (Mynd: Hanus Højgaard)

Tey seks føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, HØJ, Team Sydhavsøerne, Aarhus HC, FIF, Skovbakken og Køge eru liðug við kappingarárið 2023-2024.

 

Frægastu endastøðuna fekk liðið hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ. HØJ vann í dag á heimavølli, uttan Paula og Róa, ið eru uttanfyri við skaðum stórsigur 40-28 á Juliani J. Kragesteen og liðfeløgunum í Køge á heimavølli. Í steðginum var HØJ á odda 20-10.

 

HØJ endaði á einum fjórða plássi við 38 stigum. Skive á triðja plássinum endaði eisini við 38 stigum, men Skive hevur betri málúrtøku enn HØJ. Komandi kappingarár verður legendan av føroyskari ætt, Hans Lindberg partur av hópinum hjá HØJ.

 

Julian endaði kappingarárið við at skjóta tvey mál fyri Køge, ið endar aftast í deildini við bert seks stigum, og má tí taka eitt kappingarár í triðbestu deildini í 2024-2025. 

 

Í Aarhus tóku Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken móti Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.

 

Suðuroyggjamenn vunnu dystin 31-25. Í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir á odda 16-12.

 

Niklas gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Skovbakken við fýra málum. Pauli endaði kappingarárið við at skjóta tvey mál.

 

Team Sydhavsøerne endaði á einum fimta plássi við 37 stigum, bert eitt stig aftanfyri HØJ og Skive. Skovbakken endaði næstaftast við bert 10 stigum, og tí mugu teir eisini tungu leiðina niður í triðbestu deildina.

 

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC endaðu kappingarárið við einum teprum 31-29 sigri á gamla liðnum hjá Teis, Tønder. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Teis var næstbesti málskjúttin hjá Aarhus við seks málum.

 

Aarhus endaði á einum sætta plássi við 34 stigum.

 

Janus Dam Djurhuus, Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF endaðu kappingarárið við einum 33-23 stórsigri á Odense á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, men í seinna hálvleiki rann FIF frá heimaliðnum.

 

Janus og Jónas gjørdist saman við Mads Eiberg Jørgensen toppskjúttar hjá FIF. Teir tríggir skutu fimm mál hvør. Leivur skoraði eitt mál.

 

Endaliga støðan í grundspælinum: 

 

NummarLiðDystirStig
1Grindsted     2643
2HC Midtjylland2642
3Skive  2638
4 HØJ2638
5Team Sydhavsøerne  2637
6Aarhus HC    2634
7Tønder  2632
8 FIF    2622
9Rækker Mølle   2620
10Odder2617
11HC Odense2615
12Vendsyssel 2610
13Skovbakken2610
14Køge 266

 


 

 

    
    
    
    
    
    
    
    
    
    
    
    
    
    

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Frá vinstru: Pauli Mittún, Niklas Højgaard Hanusarson og Brandur Halgirsson (Mynd: Hanus Højgaard)