Tunnil í Havn fyri yvir 300 milliónir

Ein tunnil av Hvítanesi suður í Krákugjógv við gamla oyggjarvegin í Havn verður umleið 2,8 km langur – um hann verður gjørdur í snórabeinari linju. Tað verður hann tó neyvan.

 

Sambært tíðindaskrivinum frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, í gjár, so fer ein slíkur tunnil at kosta umleið 80.000 krónur meturin. Falda vit hesi bæði tølini, so fer ein slíkur tunnil at kosta 224 milliónir krónur.

 

Hon nevnir eisini, at tunnilin kanska heldur skal gerast alla leiðina av Hvítanesi suður í Marknagil við Hotel Føroyar. Ein slíkur tunnil er í beinari linju um 3.900 metrar. Han fer at kosta um 312 milliónir krónur sambært metursprísinum hjá Anniku Olsen.

 

Ein slíkur tunnil fer eisini at hava brattar brekkur, eins og undirsjóvartunlarnir, tí hæddarmunurin frá tunnilsmunnan á Hvítanesi og niðan til Hotel Føroyar er einar 130 metrar. Kemur tunnilin út undir Krákugjógv við gamla Oyggjarvegin verður hæddarmundurin um 100 metrar.

 

Les eisini: Tunnil av Hvítanesi undir Hoyvík til Havnar

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum og Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóri í Havn, skrivaðu 7. oktober í fjør undir eina avtalu um innkoyringarveg norðan fyri býlingarnar í Hoyvík, sum skuldi gerast sum landsvegur, og at íbindingar skuldu vera við Klingruna, Flatarvegin og Sundsvegin. Sambært avtaluni skuldi landið gjalda innkoyringarvegin, meðan Tórshavnar kommmuna skuldi gjalda íbindingarvegirnar.

 

Les eisini: Fleiri ára gamalt stríðsmál er nú loyst

 

»Tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin«, stóð í avtaluni millum Henrik Old og Heðin Mortensen.

 

Annika Olsen sigur, at hon hevur sett fólk at kanna og koma við einum uppskoti um eina tunnilslinju frá Hvítanesi og til Krákugjógv – og møguliga eisini til Hotel Føroyar. Hon væntar at koma við einum boð upp á nýggja tunnilin í komandi viku.