Ungómskonsert í bankanum í kvøld

Í kvøld verður árliga ungdómskonsertin hjá Ungdómsbankanum í BankNordik. Konsertin verður í ár enn størri enn í fjør – trý stór tónleikanøvn fara á pallin, FRUM, HEIÐRIK og Marius.

 

– Konsertin verður undir kuplinum í BankNordik høvuðssætinum, so ljóðupplivingin gerst einastandandi góð. Eisini verður nógv gjørt burturúr ljóssetingini, og tí verður møguleiki at uppliva bankan á ein heilt anann hátt enn vanliga, skrivar bankin í tíðindaskrivi.

 

»Meira enn ein banki« er sloganið hjá Ungdómsbankanum hjá BankNordik, sum greiðir soleiðis frá hesum serliga átakið fyri ungdómin:

 

»BankNordik hevur seinastu árini gjørt nógv fyri útisetar. Hetta millum annað fyri at tryggja, at tey, ið fara av landinum í lestrarørindum, koma væl niður og føla seg trygg, tá ið tey eru komin niður. Eisini skipar bankin saman við Atlantic Airways fyri Vel Føroyar, ið skal hjálpa útisetum at koma heim aftur til Føroya. Árliga ungdómskonsertin er tí ætlað teimum ungu, ið velja at búgva her í Føroyum.

 

Í Ungdómsbankanum er tað ungi kundin, ið setur fortreytirnar, og eru tað júst tí, at hesi tónleikanøvnini verða at hoyra í kvøld.«

 

Konserting verður altso í kvøld, fríggjakvøldið 23. februar klokkan 20.00 í BankNordik á Oknarvegi 5 í Havn.