”Finalissima”  er aftur á skránni

Italia og Argentina møtast í kvøld í bara triðju ”finalissima” uppgerðini í søguni

Í kvøld verður ein heilt serligur landsdystur, tá EM-vinnararnir úr Italia spæla móti Suðuramerikansku meistarunum úr Argentina. Dysturin hevur fingið heitið ”Finalissima”.

 

Tað er triðju ferð, at UEFA og suðuramerikanska fótbóltssambandið, CONMEBOL, skipa fyri einum dysti millum EM-vinnararnar og Copa Amerika vinnararnar. Fyrstu ferð var í 1985, tá Frakland vann 2-0 á Uruguay, og síðani í 1993, tá Argentina vann upp á brotsspørk móti Danmark, sum vann EM í 1992.

 

”Finalissima” uppgerðin verður á Wembley í London, har Italia farna summar vann EM-finaluna móti Onglandi. Talan er um ein dyst á 90 minuttir. Stendur á jøvnum verður farið beint til brotssparkskapping.

 

Italia megnaði ikki at vinna seg víðari til HM-endaspælið í Katar, so hetta kann verða eitt plástur upp á sárið. Argentina hevur ikki tapt í skjótt trý ár, men tað er fyri tað mesta í dystum móti londum í Suðuramerika. Nú er evropisk mótstøða á skránni.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Italia: Donnarumma; Di Lorenzo, Bonucci, Chiellini, Emerson; Barella, Jorginho, Verratti; Bernardeschi, Scamacca, Insigne

 

Argentina: E. Martínez; Foyth, Romero, Otamendi, Acuña; De Paul, Rodríguez, Lo Celso; Messi, L. Martínez, Di María

 

Dysturin byrjar klokkan 19.45.