Wozniacki vann Australien Open

Harvið er danski tennisspælarin ovast á tennistindinum

Danir eiga besta kvinnuliga tennisspælaran í heiminum. Tað varð staðfest fyri lítlari løtu síðani, tá ið Caroline Wozniacki vann finaluna í Australien Open. Tað gjørdi hon í maratonfinalu ímóti rumensku Simonu Halep, sum endaði 7-6, 3-6 og 6-4.

Sigurin ber við sær, at Wozniacki fyri fyrstu ferð síðani 29. januar 2012 er ovast á tennistindinum, og at hon vinnur 20 milliónir krónur. Tað hevur tó neyvan í løtuni so nógv at siga fyri vinnaran, sum tað hevur, at hon hevur tryggjað sær fyrsta sigurin nakrantíð í einari av Grand Slam kappingunum.

 

Hetta er 43. ferðin, at Caroline Wozniacki er við í einari av størstu tenniskappingunum. Hon hevur tvær ferðir áður verið í finaluni í US Upen, og nú eydnaðist tað loksins at vinna í Melbourne í Australia. Caroline Wozniacki er fyrsti dani at vinna stóru kappingina í Australia.