07 Vestur er millum tey stóru

Løgmanssteypið: Vágamenn vunnu í kvøld trivaligan sigur í Trongisvági

Ronni Møller-Iversen skoraði tvey mál, tá ið 07 Vestur við 4-1 sigri í Trongisvági í kvøld vann seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið

Felags fyri liðini, sum hava kvalifiserað seg at spæla í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið er, at tey áður hava vunnið steypið.

 

Tó er talan um eitt undantak. Undantakið er 07 Vestur, sum í kvøld og við sigri ímóti TB í Trongisvági hevur tryggjað sær rætt at spæla hálvfinalu.

 

Ætlanin var, at fyrsta bríkslið við Stórá í Trongisvági skuldi vera klokkan 15. Tað var tó av ongum. Vindurin var nógvur, og so varð dysturin útsettur til í kvøld.

 

Í góðum líkindum vann 07 Vestur 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Tíðliga í seinna hálvleiki var tað greitt, at atgongumerkið til hálvfinaluna fór at vera í viðførinum hjá gestunum.

 

Fýra minuttir undan steðginum minkaði TB um munin til 2-1. Málskjðutti var Jóhan Renéson Thomsen, og ein annar av teimum innføddu á TB liðnum, Andreas Midjord, átti uppleggið.

 

TB hevði eftir steðgin hug at leggja nógv fyri í framrættaða partinum, men tað eydnast ikki at javna. Heldur vóru tað gestirnir, sum eftir lítlari løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraðu tvey mál. Málskjútti í fyrra førinum var Ronni Møller-Iversen, og uppleggið átti Mads Borchers. Tveir minuttir seinni økti Mads Borchers um munin til 4-1, og so megnaði TB ikki at svara aftur.

 

Ronni Møller-Iversen setti hol á og skoraði til 1-0, tá ið eitt lítið korter var farið, og sjey minuttir undan steðginum var tað miðvallarin Janus Svabo Samuelsen, sum skoraði.

 

Ronni Møller-Iversen skoraði tvey mál, tá ið 07 Vestur við 4-1 sigri í Trongisvági í kvøld vann seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið