Einki lið í Effodeildini hevur fingið so fá gul og reyð kort sum 07 Vestur. Hetta fingu teir í felagnum eisini eina viðurkenning fyri á Hvonn Live-tiltakinum í kvøld, sum Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipaðu fyri.
Ásannandi, at tað ikki eru mong steyp, sum 07 Vestur hevur fingið í ár, takkaði Albert Ari Thomassen fyri virðislønina.
- Lars Muller hevur dømt annan hvønn dyst hjá okkum í ár, so tað er kanska ikki so undarligt, at vit fáa henda heiðurin, segði Albert og sipaði til, at Lars Muller av leikarunum, venjarum og journalistum varð kosin Ársins dómari.
À hesari slóðini ber til at síggja og hoyra løtuna, tá 07 Vestur fekk Fair Play virðislønina: http://www.youtube.com/watch?v=xqvSzIvZDqQ