Fitt av fólk var komið saman á Hotel Vágum, tá nýstovnaða fótbóltsfelagið, 07 Vestur fríggjadagin almannakunngjørdi búmerkið, leikbúnar og heimasíðu felagsins.
Tað skrivar nýggja heimasíðan hjá felagnum, sum er at finna á www.07vestur.fo, og sum Knassar hava sniðgivið.
Vinnarar
Herfyri skrivaði felagið út kapping um at tekna búmerki til 07 Vestur. Millum tey 15 uppskotini, sum komu inn, valdi nevndin uppskotið hjá Páll Joensen úr Miðvági at vera búmerkið hjá nýggja felagnum. Fyri avrikið fekk Páll Joensen handaðan ferðaseðil fyri tvey frá Atlantic Airways.
Somuleiðis fekk vinnarin av navnakappingini, Jim Sonny Guttesen, gávukort fyri uppskotið til navnið hjá felagnum, 07 Vestur.
Á samkomuni fríggjadagin vístu fýra leikarar eisini nýggju leikbúnarnar hjá felagnum, sum eru svartir við appelsingulum tali á rygginum