Tølini siga, at munurin í spælbýti og royndum ímóti málinum var ikki so stórur, men úrslitið skgur, at 07 Vestur av álvara setti B36 uppá pláss, tá ið árstalsfeelagið í gjárkvøldið hevði vitjan av 07 Vestur, sum í fjør fyri fyrstu ferð yvirhøvur royndi seg í bestu deildini.
07 Vestur vann 5-0 í Gundadali eftir hálvleisstøðuna 3-0.
Stóri spælarin hjá 07 Vestur var 19 ára gamli liðformaðurin Sissal Haraldsen, sum skoraði trý mál – tvey í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki. Tað fyrsta var við langskoti, so lobbaði Carol Silva bóltin í málið eftir fríspæling, og síðsta máli í fyrra hálvleiki skoraði Evelin Mastropasqua eftir horna úr høgru.
Í seinna hálvleiki skoraði Sissal Haraldsen tvær ferðir. Tá ið eitt korter var eftir, tá ið hon varð spæld leys innanfyri verjuna, og so setti hon í síðsta minutti punktum eftir innlegg úr vinstru.
Eftir tvey umfør hevur 07 Vestur trý stig eftir 2-1 tap á heimavølli ímóti EBS/Skála og stórsigurin í gjárkvøldið.
Eftir tvey umfør bíðar B36 framvegis eftir fyrsta stiginum og fyrsta málinum. Í fyrsta umfari tapti B36 1-0 í Klaksvík, og í gjárkvøldið 5-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.