Ein 21 ára gamal klaksvíkingur, sum í farna kappingarári spældi við 07 Vestur, fer nú at umboða uppflytararnar á Skála.
Skála Ítróttarfelag boðar í kvøld frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við 21 ára gamla Silas Gaard, sum inntil undanfarna kappingarár spældi umboðaði barndómsfelagið KÍ og á veg vestur í Vágar var í Fuglafirði.
Skála ÍF og framrættaði spælarin hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Silas Gaard í 2026 og 2027 fer at eiga heimavøll undir Mýruhjalla á Skála.
Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis:
Silas er 21 ára gamal og kemur úr Klaksvík. Hann hevur umboðað KÍ, ÍF og 07 Vestur.
Harumframt hevur Silas eisini umboðað Føroyar á ymiskum ungdómslandsliðum
Hann er skrásettur fyri 49 dystir og 4 mál í Betri deildini, og 61 dystir og 16 mál í 1. deild.
Vit ynskja Silasi hjartaliga vælkomnum til felagið og gleða okkum til komandi tvey kappingarárini.











