Føroya Keypssamtøka í Hoyvík sýnir fram málningar eftir Jón Magnus Joensen.
Jón Magnus hevur málað frá ungum árum og hevur havt nógvar framsýningar ymsastaðni, m.a. á listaskúla í Danmark í 2003.
Hendan framsýningin er gjørd í sambandi við, at hann hevur lagt síðstu hond á ein stóran veggjarmálning á eina galvin í Matstovuni í FK í Hoyvík.
Við í framsýningini eru uml. 15 málningar, sum kunnu síggjast við uppgongdina til Matstovuna og inni í Matstovuni.
Verkini vísa serstøku litsamansetingina hjá listamanninum, umframt fjálg myndevni úr Havnini og aðrastaðni í Føroyum. Í Matstovuni ber til at uppliva stóra, vakra galvmálningin, ið skapar eitt visuelt og listarligt umhvørvi fyri tey vitjandi.
Framsýningin er opin í vanligu upplatingartíðunum hjá handlinum.










