Tað er kalt og brátt er november.
Tað er vetur.
Og so eru tað góð tíðindi hjá mongum, at nú byrjar sendingin Plátubarrin aftur í útvarpinum. Jákup Magnussen, vertur, verður aftur við Plátubarrini hvørt leygarkvøld í vetur.
Leygarkvøldið verður fyrsta sendingin í vetur send, og skráin fylgir sama leisti, sum undanfarnar sendingar hava havt. Skráin leygarkvødið er hendan:
21.00: Vertsins løta
21.30: Temaplátan 50: 'Gas 5', Gasolin'. (Kvinde min, Rabalderstr.)
22.30: Plátuynski
00.30: Hálvantímatáttur við Kim Wilde løgum.
01.05: Plátuynski
02.00: Góða nátt!
Av tí at allahalganagudstænasta verður send kl. 20.00, byrjar Plátubarrin kl. 21.00.
##med2##











