Sunda kommuna veksur í hvørjum, og nú er fólkatalið farið upp um 1.600 Um ársskiftið búðu 1.591 fólk í Sunda kommunu, men nú er talið komið upp á 1.615, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Sagt verður, at framgongdin er enn eitt tekin um, at tað er gróðrarbotnur undir framhaldandi vøkstri í kommununi. Væntað verður eisini, at tann nógva húsabyggingin fer at kvinka fólkatalið longri upp, so kommunan eisini í komandi tíðini fer at teljast millum tær kommunur, ið standa í vøkstri.
Á heimasíðuni stendur, at kommunan er væl fyri at nøkta tann tørv, ið fylgir við einum vaksandi fólkatali, bæði hvat viðvíkur børnum og ungum, eins og trivnaðartilboðum. Stórur dentur er lagdur á, at útvega byggilendi í teimum bygdum, har áhugi hevur verið fyri tí, og tí kemur hetta ikki at vera nøkur forðing hjá teimum, sum hava ætlanir um at seta fótin undir egið borð, sigur Sunda kommuna.