Tríggir dystir vóru leiktir í 1. deild hjá monnum í dag.
Vesturi á Eiðinum var FC Suðuroy fyri fyrsta tapinum, tá teir heldur óvæntað taptu stórt 1-4 fyri ÍF, ið ikki hevur havt ein góðan fyrsta triðing í kappingini.
Jógvan á Lakjuni skoraði tvey tey fyrstu málini áðrenn Salmundur Bech svaraði aftur, og fekk spenning í aftur uppgerðina. Men Atli D. Petersen og Ruben Møller Nielsen við brotssparki syrgdu fyri, at ÍF vann ein trivaligan útisigur.
EB/Streymur, ið bert hevði trý stig undan dagsins umfari vann 2-1 á B36 í Gundadali, og á heimavølli vann NSÍ seg uppum niðurflytingarstrikuna við 2-0 sigri á HB. Benadiktus Olsen syrgdi fyri báðum málunum hjá NSÍ.
FC Suðuroy-ÍF 1-4 (0-1)
0-1 Jógvan á Lakjuni (31.)
0-2 Jógvan á Lakjuni (54.)
1-2 Salmundur Bech (73.)
1-3 Atli D. Petersen (75.)
1-4 Ruben Møller Nielsen, br. (88.)
B36-EB/Streymur 1-2 (1-0)
1-0 Rani Berg í Soylu (28.)
1-1 Hannus Eiðisgarð (46.)
1-2 Kristian Svabo Eliasen (55.)
HB-NSÍ 2-0 (2-0)
1-0 Benadiktus Olsen (5.)
2-0 Benadiktus Olsen (25.)
Kelda: dystir.fo
| Nr | LIÐ: | ||||||||
| 1. | FC Suðuroy 25 stig | ||||||||
| 2. | Víkingur 20 | ||||||||
| 3. | B71 19 | ||||||||
| 4. | B36 14 | ||||||||
| 5. | ÍF 13 | ||||||||
| 6. | TB 11 | ||||||||
| 7. | NSÍ 9 | ||||||||
| 8. | HB 8 | ||||||||
| 9. | FC Hoyvík 7 | ||||||||
| 10. | EB/Streymur 6 stig |










