Røðarar í ár verða Heri Reynheim formaður í Havnar Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Bjørg Dam forkvinna í ADHD felagnum og Jógvan Fíðriksson Bispur.
Havnar Hornorkestur og Vágaverk spæla í samband við haldið.
Tórshavnar KFUK selja vafflir, kaffi og te.
Tulkatænasta luttekur við tulki.
Økið verður stongt fyri ferðslu!
Vit gleða okkum at síggja tykkum!