10 av tingfólkunum eru ikki vald á ting

Ein lítil triðingur av løgtingsfólkunum vórðu ikki vald á ting á løtingsvalinum 1. september í fjør. Tey eru á tingi, tí at átta av teimum valdu tingfólkunum eru farin í landsstýrið og tí hava lagt frá sær tingsessin, at Magni Arge hevur lagt tingsessin frá sær fyri at røkja fólkatingsessin hjá Høgna Hoydal og tí Klaksvíkar kommuna ikki vildi loyva Jógvani Skorheim at taka sæti á tingi so leingi hann er borgastjóri í Klaksvík.

 

Tað skrivar Sosialurin um vikuskiftið.

 

Tá ið samgongan varð skipað, fólkatingsessirnir mannaðir og støða var tikin til borgarstjóran í Klaksvík, vísti tað seg, at 10 av teimum valdu ikki tóku sæti á tingi.

Fyri at taka borgarstjóran í Klaksvík, sum eisini er formaður í Nýggjum Sjálvstýri, so noktaði ein meirluti í býráðnum í Klaksvik honum at røkja bæði borgarstjórastarvið og at sita á tingi.

Hann mátti velja – og valdi sostatt at halda fram sum borgarstjóri og yvirlata tingessin til Bárð Kass Nielsen. Báður Kass Nielsen fekk 69 atkvøður á valinum.


Lesið eisini: Ein katastrofa at landsstýrisfólk skulu úr tinginum

Hjá Framsókn er tað so, at formaðurin í flokkinum, sum eisini var fyrst valdur, tók við sum landsstýrismaður við vinnu- og útlendingamálum.

Tað ger, at Poul Michelsen ikki kann sita í Løgtinginum. Í hansara stað kom Ruth Vang á ting.

Tjóðveldi fekk trý landsstýrisfólk Høgna Hoydal, Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss. Høgni Hoydal var eisini valdur í Fólkatingið, men tann sessin yvirtók Magni Arge, sum eisini var valdur á Løgting.

Tað vil siga, at fýra nýggj fólk komu á ting fyri Tjóðveldi Tey eru: Bjørt Samuelsen, Óluva Klettskarð, Pauli Trond Petersen og Ingolf S. Olsen.

Javnaðarflokkurin hevur løgmann og trý landsstýrisfólk. Sjúrður Skaale er fólkatingslimur, men hevði annars verið millum tey eykavaldu í Løgtinginum.

Tí eru fýra av sjey tingfólkum hjá Javnaðarflokkinum eykavald. Tey eru: Helena Dam á Neystabø, Jónleif Johannesen, Kristianna W. Poulsen og Djóni Nolsøe Joensen.

Við øðrum orðum eru 10 av 33 tingfólkum eykavald.

 

Løgtingið viðger í løtuni uppskot frá Miðflokkinum um at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at landsstýrisfólk kunnu hava sæti á tingi og í landsstýrinum í senn.