10 Dreymaferðir

Í hesum døgum sigur Niels Uni Dam okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitja og vil vitja aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitja, men kundi hugsa sær at vitja. Í dag frætta vit um ferðamál nummar 10 og 9


Dreymaferð nr. 10, Kuala Lumpur, Malaysia
Fyri nøkrum árum síðan fekk eg eitt sera gott høvi at sleppa til Malaysia at hyggja at formil 1 kappkoyringini á frálíku Sepang breytini beint við Kuala Lumpur. Hetta høvið hvarv aftur, men eg var longu mentalt farin til Malaysia. So hetta er eitt ferðamál, ið eg enn javnan hugsi um, serliga tá formil 1 koyring er har.
Eg havi enn ongantíð verið til eina formil 1 koyring, hóast eg havi fylgt við í hesum ítrótti í 18 ár, so hetta er ein stór orsøk til, at Kuala Lumpur er millum tey 10 støðini, ið eg havi bestan hug at vitja. Sepang breytin er ein av nýggjaru breytunum, ið ofta hava spennandi koyringar.
Malaysia er harumframt so fjarskotið og spennandi í mínum hugaheimi, at eg gjarna vil vitja landið. Eg havi lisið eitt sindur um Kuala Lumpur, og hesin býur tykist sera spennandi við sínum blandið av nýggjum og framtíðarkendum og gomlum og søguligum.
Mær dámar harumframt sera væl matin úr fjareystri, so tann lokala matin kundi eg eisini hugsa mær at roynt. Mær dámar væl at smakka tey støðini, ið eg vitji.
 

Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast og hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland.

Dreymaferð nr. 9,
Reykjavík, Ísland
Eg havi verið í Íslandi og serliga Reykjavík sera ofta. Eg vitjaði familju í Reykjavík nógv summar í barnaárunum, og eg gjørdist bergtikin av býnum longu tá. Eg havi í arbeiðsørindum vitjað aftur fleiri ferðir sum vaksin, men havi ikki veruliga havt høvið at vitja býin sum ferðafólk seinnu árini. Tað hevði eg fegin vilja. Eg havi bæði vinir og familju har, ið eg heldur enn fegin vildi sloppið at vitja. Býurin hevur øgiliga nógva sjarmu, og so eru íslendingar eitt av fittastu fólkasløgum, ið eg kenni, tað tykist sum um, teir hava eina sterka kenslu av brøðralagi við føroyingar. 
Stutt er úr Reykjavík til eitt av teimum kulastu støðunum, ið eg havi vitjað nevniliga Bláu Lón.
Náttarlívið í Reykjavík er somuleiðis frálíkt við nógvum góðum spælistøðum og býurin hevur nógvar góðar matstovur. T.d. at bjóða konuni út á matstovuna á Viðey hevði verið ómetaliga romantiskt, túrurin við báti út á Oynna, ein gongutúr runt á henni og so fantastiski maturin í ótrúligu kørmunum, tað verður ikki nógv hugnaligari enn tað.