Thorstein Midjord við sínum Fiat 127. Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi Myndir: Álvur Haraldsen

Ellisakfarið í Sosialinum: Fiat 127 frá 1976

Thorstein Midjord í Havn eigur ein 49 ára gamlan Fiat 127 frá 1976. Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi

 

Thorstein Midjord við sínum Fiat 127. Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi Myndir: Álvur Haraldsen

Tað var Robert Thomassen, arkitektur, sum keypti bilin úr Danmark og innflutti hann í 2012. Fyri nøkrum ár-um síðan keypti Thorstein Midjord bilin.

 

Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi. Tórstein hevur stóran áhuga í gomlum bilum og heldur hann við líka.

 

Fyri nøkrum árum síðan var Fiat bilurin hjá Thorsteini brúktur í einum reklamuátaki hjá kenda klædnamerkinum G-Star. Myndir vóru m.a. tiknar í Saksun og skuldu brúkast til marknaðarføring í USA.

 

Thorstein er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

Fiat 127 kom á marknaðin í 1971, sum avloysari fyri Fiat 850. Bilurin var sera væl móttikin og varð ársins bilur í Danmark í 1972. Eisini her hjá okkum var bilurin góð søluvøra hjá Frits Jensen á Essostøðini í Gundadali, sum umboðaði Fiat í Føroyum.

 

Tað eru helst fleiri sum minnast nakrar 127 við einum serligum grønum liti og vórðu nevndir grønertir. Hesar seldi Frits Jensen nógvar av.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

 

Thorstein Midjord við sínum Fiat 127. Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi Myndir: Álvur Haraldsen