Ein maður hevur skotið minst níggju fólk í amerikanska statinum Alabama. Drápsmaðurin er funnin deyður, men løgreglan væntar at finna enn fleiri deyð Sorgarleikurin byrjaði í gjár í býnum Samson, har fimm fólk vórðu funnin deyð í einum húsvogni, teirra millum eitt tríggjar mánaðar gamalt barn.
Úr Samson legði drápsmaðurin leiðina til býin Geneva. Á vegnum loysti hann fleiri skot av eftir løgreglubilum og øðrum bilum, og ein bilførari lat lív. Í Geneva beindi drápsmaðurin fyri mammu síni og einum øðrum fólki, áðrenn hann gjørdi av við seg.
Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hví maðurin bar seg soleiðis at. Sagt verður, at málið er sera torgreitt.