Týskvøldið tapti føroyingaliðið, Ydun fjórða dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Brynhild Pálsdóttir (myndin), Marianna G. Eystberg og liðfelagarnir taptu á heimavølli 22-28 fyri Gudme, ið var á odda 16-11 í steðginum.
Føroysku leikararnar skutu nærum helvtina av málunum hjá Ydun. Brynhild var saman við Mathilde Dige toppskjútti hjá Ydun. Tær skutu seks mál hvør. Marianna skoraði fýra mál.
Ydun er næstniðast í deildini við bert trimum stigum. Tær eru fýra stig frá Søndermarken, ið er á níggjunda plássinum sum gevur eitt nýtt kappingarár í deildini við lokið kappingarár.











