10 gøtumenn punkteraðu B36

Fótbóltur: Hendingarríkt og dramatiskt var tað, tá B36 misti møguleikan at vinna FM, og undirmannaðir gøtumenn tóku næstfremsta plássið frá teimum

1. deild menn:

GÍ?B36 2?1 (1?1)


Fótbóltur er eitt undarligt spæl. Í síðsta enda eru tað málini, sum telja, og tað er einki annað, ið gevur úrtøku, tá støðutalvurnar verða settar upp. Í øðrum ítróttargreinum, t.d. í boksing, verður tosað um at fáa stig fyri avrikið, og tá stingur ivi seg viðhvørt upp um, hvussu rættvís avgerðin hjá dómaranum er.

Soleiðis er tað sum sagt ikki í fótbólti. Hevði tað verið soleiðis, so høvdu teir í B36 farið úr Sarpigerði við øllum stigunum, men tað gjørdu teir ikki, og tað kunnu teir bara takka sær sjálvum fyri.

Í fyrra umfarinum vóru ellivu spælarar á hvørjum liðnum. Tá var tað B36, sum var spælstýrandi. Á miðvøllinum megnaðu Tomislav Sivic og hansara menn aftur og aftur at senda bóltin ímillum sín, meðan leikluturin hjá gøtumonnum var at renna aftaná, og umframt at hetta altíð kostar nógva orku, so hevði tað eisini við sær, at fleiri av stuðulsspælarunum fingu sóu gult kort.


Styrktu fyritreytirnar

Gøtumenn høvdu roknað við, at møguleikarnir hjá teimum at enda á øðrum plássi fóru at verða góðir, um teir megnaðu javnleik móti B36. Hetta gjørdu teir, tí teir eisini roknaðu við, at KÍ komandi sunnudag skal taka stig frá árstalsfelagnum.

Og fyritreytirnar fyri í hvussu so er at fáa javnleik styrknaðu nógv longu tá níggju minuttir vóru farnir. Súni Olsen, sum gjørdist dagsins maður hjá gøtumonnum, royndi við skoti uttanvert brotsteigin, nógv fólk var fyri, og bólturin tók í ein verjuleikara og snýtti Egin Høgnesen í málinum.

Ferðin var høg, og Lassin Isaksen og hansara menn fingu seg rættuliga royndar, tí nærdystirnir vóru nógvir.

Hjá GÍ var støðan syndarlig hóskvøldið, men við nógvari viðgerð og góðum vilja eydnaðist tað at pjøssa spælararnar so mikið saman, at teir kundu fara á vøllin. Bartal Eliasen tóktist hava stórar trupulleikar fyrstu løtuna, men hann so at siga spældi seg heitan, og Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð og Bartal Eliasen vóru sannir brandar í miðverjuni, har teir ferð eftir ferð ofraðu seg fullkomuliga og blokeraðu royndunum móti málinum hjá mótstøðumonnunum, sum vóru um at spæla seg leysar til skot.


Trýstu nógv og spældu lítið

Fimm minuttir undan steðginum javnaði B36, og tá liðformaðurin hjá GÍ, Magni Jarnskor, samstundis sá reyða kortið, vóru øll líkindi til, at B36 skuldi vinna og harvið halda tørn um FM møguleikan.

Sunvard Joensen megnaði ikki at halda hornasparksinnleggi, B36 skotið tók undir síðuna á Jóan Petur Olsen og í hondina á Magna Jarnskor, sum stóð á málstrikuni, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og sendi Magna Jarnskor undir brúsuna.

Jákup á Borg var tryggur, tá hann sendi bóltin høgt til vinstru fyri málverjan, og tá sami maður í 2. hálvleiki aftur fekk møguleikan úr ellivu metrum, tí dómarin metti, at Bartal Eliasen hevði verið óreguligur við John Petersen í brotsteiginum, var B36 sigurin ? og harvið vónin um FM heitið ? aftur undir borðinum. Jákup á Borg setti bóltin í sama stað, men hesa ferð tveitti Sunvard Joensen seg rættan veg og stórbjargaði.

Sum seinna umfarið leið trýsti B36 nógv, og tað var ivaleyst júst í hesum, at orsøkin skuldi finnast til, at teir ikki vunnu. John og Jákup fingu Sigfríð Clementsen afturat sær í álopið, Sivic lá tætt uppiundir teimum, og Øssur Hansen var meiri at kalla vinstri vongur. At B36 menninir vóru so nógvir frammi á vøllinum gjørdi, at teir høvdu lítið og einki øki at spæla á, og tá teir so fóru at oysa bóltarnar í brotsteigin, var tað júst soleiðis sum GÍ miðverjan vildi hava tað at vera.

Sigfríður Clementsen fekk bóltin eina ferð í málið eftir innlegg úr síðuni, men dómarin metti, at innskifti maðurin hevði trýst Rúna Justinussen niður á ryggin, og so var málið kolldømt.


Stjólu sigurin

Síðsta korterið lá í luftini, at tað eins væl kundi verða GÍ, sum fekk mál, og einar tríggjar ferðir høvdu teir upplop, sum bóru á tað borðið.

Sasha arbeiddi einki afturi á vøllinum, og tað var ein stórur trupulleiki hjá gøtumonnum, tá teir í verjupartinum skuldu leggja trýst á. Men tað hevði eisini møguleikan fyri skjótum mótálopum við sær, sum Súni Olsen og Henning Jarnskor skiftust um at hjálpa honum við.

Vanliga leiktíðin var farin, tá Súni Olsen tamdi bóltin í vinstra borði, tá vóru teir tveir móti tveimum, kantspælarin sneiddi framvið mótstøðumanninum, brúkti møguleikan at senda til viðspælaran sum fintu og av einum so ungum manni var tað eitt frágera gott avrik, tá hann setti bóltin millum málverjan og nærra stólpan. Gøtufólk á og kring vøllin fevndust og frøddust, meðan tað var væl skiljandi, at nógvu B36 viðhaldsfólkini fóru úr Sarpigerði vónbrotin. B36 hevði havt allar fyritreytir at vinna, men teir megnaðu ikki at fáa málini, og tað eru tey, sum telja í fótbólti.



GÍ: Sunvard Joensen ? Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð ? Rúni Justinussen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor, Súni Olsen ? Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor

B36: Egin Høgnesen ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Bjarni Prior, Jan Guttesen, Tomislav Sivic, Ninoslav Milenkovic, Øssur Hansen ? Jákup á Borg, John Petersen