10 grundøki seld

Vestmanna: Tað hevur gingið sera væl við søluni av grundøkjum í Vestri, síðan Vestmanna Kommuna lýsti við hesum í mars mánaði.
- Seld eru nú íalt 10 grundøki, og trý onnur eru umbiðin í løtuni, skrivar heimasíðan hjá kommununi..
Tað vórðu útstykkjað 25 grundøki í Vestri, og tvey onnur grundøki, sum eru í Miðalsbrekku.
Sigast má, at hetta heldur óvanliga stigið við at lýsa eftir keyparum til grundøki, hevur givið sera gott úrslit.