Í dag eru 10 ár, síðani Diana prinsessa doyði í ferðsluvanlukku í París Tony Blair, forsætisráðharri, fann upp á hugtakið ?Fólksins prinsessa?, og tað heitið hevur Diana havt líka síðani.
At Diana ikki er gloymd sæst uttan fyri Kensington Palace í London í hesum døgum, har fólk í hópatali og úr øllum heraðshornum koma at minnast deyða hennara fyri 10 árum síðani.
Vanlukkan í tunlinum í París er heldur ikki gloymd, og enn tann dag í dag verður gitt, hví hon doyði, og um tað var ein vanlukka ella okkurt annað.