Ein 33 ára gamal maður er dømdur 10 ára fongsul í málinum um tvær norðurlendskar kvinnur, sum vórðu dripnar í Marokko.
Ein 33 ára gamal sveiskur-bretskur maður er dømdur 10 ára fongsul í Marokko í sambandi við morðini á eina nroska og eina danska kvinnu í Atlasfjøllunum.
Tað skrivar NRK.
Maðurin er funni sekur í at hava verið partur av einum yvirgangsfelagsskapi, at hava vart yvirgang og fyri ikki at hava upplýst um eina kriminella brotsgerð.
Hann er ikki dømdur fyri at hava nakað beinleiðis við morðini at gera.
24 ára gamla Louise Vesterager Jespersen úr Danmark og vinkona hennara, 28 ára gamla aren Ueland úr Noreg, vórðu funnar dripnar nærindsi bygdini Imlil í Marokko 17. desember í fjør.
Tær vóru stungnar og síðani hálshøgdar.
/ritzau/