100.000 krónur um mánaðin

Kristin Michelsen er hægst lønti politikarin í Føroyum. Sum borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður fær eina saman við skattafríum endurgjøldum um 100.000 krónur um mánaðin.

Eirikur Lindenskov

Kristin Michelsen er tann hægst lønti politik­ar­in í Før­oyum. Sum løgtings­maður og sum borgarstjóri á Tvøroyri fær hann um 100.000 krónur um mán­aðin í løn og skatta­fríum endurgjaldi. Hann er so­leið­is nógv tann hægst lønti politikarin í Føroyum.
Áður hevur tað verið eitt gott beiti bæði at sita sum løgtingsmaður og fólka­­­tings­­maður í senn. Tá kundi tú fáa eina fulla løn sum fólkatingsmaður og eina fulla løn sum løg­tings­maður. Tað fingu bæði Høgni Hoydal og Ed­mund Joen­sen, sum til ávika­vist fólka­­tings­valið og løgtings­val­­ið í 2011 høvdu bæði størv­­ini.
Edmund Joesen stillaði ikki uppaftur til løgtingið, og Høgni Hoydal varð ikki afturvaldur í Fólkatingið. Sjúrð­ur Skaale, sum nú er fólkatingsmaður fyri Javn­­­aðarflokkin, stillaði held­ur ikki uppaftur til løgtings­valið, og tí hava vit fyri fyrstu ferð tveir fólka­tings­menn, sum ikki eru løg­­tingsmenn.
Landsstýrisfólk og løg­maður kunnu ikki sita í ting­inum og landsstýrinum í senn. Tí verða tað ann­að­hvørt tey, sum sita sum fólkatingsfólk og løgtings­fólk, ella sum borgarstjórar og løgtingsfólk í senn, sum eru hæst løntu politikarar í Føroyum.
Jógvan Skorheim, sum er nýggjur borgarstjóri í Klasvík, hevði fingið á leið somu løn sum Kristin Michelsen, um hann valdi bæði størvini. Men hann hevur valt løg­tings­starvið frá fyri at røkja borgar­stjórastarvið til lítar.