Fyrsti millumbygdavegur í Føroyum varð gjørdur millum Skopun og Sand. Hesin vegur varð liðugur í 1916.
Hetta var nøkur ár, áðrenn fyrsti bilur kom til landið tann 6. mai 1922. Ein Ford TT lastbilur sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen í Havn áttu.
Um aldarmótið kyknaði áhugin fyri at útbyggja landið. Í 1905 komu umsóknir til landsins myndugleikar um studning til veg millum Skopun og Sand og millum Tórshavn og Kirkjubø. Arbeiðið við at byggja vegin millum Skopun og Sand byrjaði í 1914 og varð liðugt í 1916.
Áðrenn tað var vegur komin úr Havn og niðan í Hoydalar í 1907, tá Sanatoriið varð bygt. Neyvan hevur verið hugsað um bilferðslu tey komandi árini eftir hesum vegum. Í tíðindabløðunum verður bert hestavognskoyring nevnd, tá skrivað verður um vegagerð.
Fyrsti bilur í Sandoy var ein Ford TT lastbilur frá 1923, sum Forstanderskabet for Sandø Kommune átti.