100 ára gamla Malla minnist alt

Malla Olsen hevur sera gott minni, og er tað nakað, tú ivast í, er bara at spyrja Mallu.

Tað vóru millum 300 og 400 fólk, sum heilsaðu uppá Mallu Olsen á 100 ára føðingardegi hennara týsdagin. Dagurin varð hildin í missiónhúsinum Tabor á Toftum.

 

Fyri Mallu byrjaði 100 ára føðingardagurin við, at útvarpið ringdi til hennara, og umleið klokkan 10.30 sama morgun komu næmingar og lærarar úr Tofta skúla og sungu fleiri sangir fyri henni.

 

Beint eftir døgurða kom sjónvarpið og hevði samrøðu við Mallu, og klokkan 15 var almenn veitsla í missiónhúsinum Tabor á Toftum, sum tey avvarandi og Nes kommuna bjóðaðu til.

 

Byrjað var við talum og sangframførslum, og aftaná var borðhald. 

 

Millum mongu gestirnar vóru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum og Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður.

 

Fleiri talur vórðu hildnar, og eisini vóru sangframførslur av streingjakórinum í Tabor, kvinnukórinum úr Nebo, starvsfólkum á Vesturskini og avvarðandi hjá Mallu.

 

Nes kommuna veit at siga, at Malla búði heima uttan heimahjálp, til hon var 97 ár, og tá tað fór at bila við sjónini, flutti hon oman á Vesturskin. Burtursæð frá sjónini, hoyrnini og gikt, hevur hon tað gott.

 

- Malla hevur sera gott minni, og er tað nakað, tú ivast í, er bara at spyrja Mallu, sum seinastu trý árini hevur búð á eldrasambýlinum Vesturskini á Toftum.

 

Í myndasavninum á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo - eru fleiri myndir frá 100 ára føðingardegnum, og her er eisini ein størri frásøgn um kvinnuna, sum týsdagin fylti 100 ár.