26. september 2021 vóru 100 ár liðin, síðan Poulina Joensen var fødd. Poulinu kenna vit sum listakvinnu, ið málaði oljumálningar, gjørdi linoliumskurðir og postalínmáling, sum hon eisini undirvísti í.
Skrá
Bernhardina Klein hugleiðir um Poulinu Joensen
Jógvan Brim sigur frá í myndum um mammu sína, Poulinu Joensen.
Ommubørnini, Hallgerð Brim, Jákup Bernhard Brim og Páll Brim spæla og syngja sangir, sum Poulina Joensen hevur gjørt løgini til, sum maðurin, Bernhard Brim hevur yrkt.
Nakrir málningar, linoliumskurður og postalín, sum Poulina hevur prýtt o.a. verða sýnt fram.
Boðið verður til ein kaffimunn, meðan hugt verður at framsýningini.
##med2##
Poulina
Poulina var dóttir Eliesar Joensen (úr Pálsstovu) úr Mikladali og Bergittu, fødd Dam úr Havn. Poulina byrjaði sum ung at tekna og mála og var við í listaframsýningum í fimmtiárunum og frameftir.
Poulina, sum hevur málað nógv, fór fyrst í sekstiárunum undir postalínsmáling, og hon fekst eisini við linoleumsskurðir, umframt at hon arbeiddi við leiri.
Maður hennara var Jákup Bernhard Joensen, vanliga nevndur Bernhard Brim. Saman tóku tey stig til listaframsýningarnar á Norðoyastevnu og skipaðu fyri teimum í fleiri ár.
Sum sagt verður saman við Norðoya Listafelag skipað fyri eini minnisløtu um Poulinu Joensen í Miðhøllini á Skúlatrøð komandi mikukvøld 27. oktober kl. 19.30. har m.a. synirnir hava skipað eina framsýning og framløgu um mammuna, Poulinu Joensen.