100 fólk hjá Articon innrás í Skúvoy

Seinasta leygardag gjørdi byggifelagið Articon ein starvsfólka-og familjutúr út til Skúvoyar, har næstan hundrað fólk vóru við í ferðalagnum. – Hetta var ein heilt fantastiskur túrur, sigur stjórin, Jón Danielsen

Útferð

 

Hetta er tíðin, tá útferðarhugur kemur á fólk og familjur.

Í góðveðrinum seinasta leygardag gjørdi byggifelagið Articon eina starvsfólka-og familjuútferð til Skúvoyar, har eini 94-96 fólk vóru við. Hetta vóru arbeiðsfólk saman við familjum sínum.

Umleið helmingurin fóru leygarmorgunin av Gomlu Rætt við Froyu beinleiðis til Skúvoyar, og hin helmingurin fóru við Teistanum til Skopunar og við bussi til Sands, har Froya førdi tey út til Skúvoyar.

Borgarstjórin í Skúvoy og kona hansara, Harry og Betty Jensen, bjóðaðu morgunmat. Tey ferðandi fingu drýl, skerpikjøt, rullupylsu, egg og sild.

Tá morgunmaturin var etin, varð leiðin løgd norður í Fagradal at síggja Ranvátoft og Ranvákeldu og haðani norður í Høvdan.

 

Fantastiskur túrur

Tá fólkini hjá Articon komu heimaftur í bygdina út á seinnapartin, bjóðaðu borgarstjórin og konan øllum døgurða, og tá fingu tey lambakjøt at eta.

- Hetta var ein heilt fantastiska góður túrur, og tað er heilt ótrúligt, at hjúnini bæði kundu klára bæði at geva okkum øllum morgunmat og síðan døgurða á hesi ferðini.

Tað sigur stjórin í Articon, Jón Danielsen, sum eisini var við.

Hann vísir á, at tey øll høvdu ein sera góðan túr – úr enda í annan.

- Veðrið var so avbera gott, og náttúran í Skúvoy er vøkur. Vit høvdu harmoniku við okkum og sótu úti í túninum og sungu aftur við harmonikuni. Jú, hetta var bara ein so hugnaligur og góður túrur, leggur hann aftrat.

Jón Danielsen sigur, at byggifelagið í fleiri ár hevur skipað fyri ymiskum útferðartúrum kring um landið – fyri arbeiðsfólki og familjum teirra.

Articon hevur annars bygt vatnreinsiverk í Skúvoy, og í hesum sambandi hava menn hjá fyritøkuni – fleiri og færri – arbeitt í Skúvoy nú í summar.

Undirveitarar til vatnreinsiverkið eru Nomatek og LM-Electric.

Vatnreinsiskipanin hjá skúvoyingum varð liðug næst seinasta fríggjadag.