Bretskir myndugleikar koma í dag við 100 nýggjum revsitiltøkum, ið hava sum mál at minka um russisku inntøkukeldurnar og soleiðis eisini hernaðarligu veitingarnar.
- Tað er avgerandi við altjóða tiltøkum fyri at veksa um búskaparliga trýstið á Russland og soleiðis eisini minka um møguleikarnar hjá forsetanum, sum er desperatur eftir inntøkum fyri at føra hetta ólógliga kríggið.
Tað sigur bretski uttanríkisráðharrin, Yvette Cooper, í einum tíðindaskrivi í dag.
Yvette Coope vitjar í Kyiv í dag og í viðførinum hevur hon ein stuðulspakka til Ukraina á 142 milliónir pund - ella stívliga 1,2 milliardir krónur.
Nýggju bretsku revsitiltøkini móti Russlandi skulu eitt nú raka russiska verjupartin og skuggaflotan.
- Stórabretland fer ikki at fyrihalda seg passivt, meðan Vladimir Putin heldur fram við sínari barbarisku hertøku av Ukraina.
Yvette Cooper sigur, at russiski forsetin onga sum helst virðing hevur fyri sjálvræði, og hetta vísti ikki minst ágangurin á Pólland um dagarnar.