Russiska tíðindastovan RIA veit í dag at siga, at eitt ukrainskt dronuálop hevur verið nærindis einum russiskum kjarnorkuverki.
Verkið liggur í býnum, Smolensk, har vesturi í Russlandi - ikki langt frá markinum til Hvítarusslands.
RIA veit at siga, at ein bygningur við kjarnorkuverkið varð raktur av leivdum frá niðurskotnari dronu.
- Álopið var í nátt, og dronan varð skotin niður, veit russiska tíðindastovan, RIA, at siga í dag, og tað er NTB, sum endurgevur.