100 síðani bardagan við Somme
1. juli 1916 brustu bretskir og franskir hermenn saman við týskar hermenn nærindis Somme-ánna í norðurfraklandi.
Teir sameindu vóru undan hesum vorðnir samdur um, at eitt samskipað álop var besta boðið upp á at basa týsku hermegini. Russar og italumenn skuldu loypa á eystan fyri, meðan fraklendingar og bretar skuldu loypa á vestan fyri. Hetta var fyrsti bardagin, har teir sameindu royndu síni nýggju vápn - tanksini.
Fyrsti dagurin var tann blóðigasti. Teir sameindu høvdu bumbað týsku skotgrøvirnar í sjey dagar og sendu síðani 100.000 mans. Týskararnir høvdu tó vart seg væl í skotgrøvunum og góvu bretunum skarpan gang. Sum bretar nærkaðust vóru teir meiddir niður av maskinbyrsum og rifluskotum. Longu fyrsta dagin lótu 19.240 bretar lív og 38.430 vóru løstaðir. Hetta var deyðiligasti dagur í bretskari hernaðarsøgu. Betri gekk hjá fraklendingum, sum áførdu týskarum stór tap.
Bardagin vardi í 141 dagar, til 18. novembur. Hetta var størsta slagið í fyrra heimsbardaga, og tá bardagin var av vóru yvir ein millión mans dripnir ella løstaðir. 481.842 bretar, 250.000 franskmenn og 236.194 týskarar lótu lív.
Fleiri ikki-evropearar lótu eisini lív í bardaganum. Yvir 24.000 kanadiarar, 23.000 avstraliarar, 7.400 nýsælendingar, yvir 3000 suðurafrikanarar og yvir 2.000 nýfundlendarar vóru dripnir.