Ógvusligt illveður har eysturi í USA hevur kravt í minsta lagi 11 mannalív. Millum statirnar New Jersey og Indiana hava meiri enn tríggjar milliónir fólk mist streymin, og myndugleikarnir siga, at tað kann taka fleiri dagar at fáa streymveitingina í rættlag.
Illveðrið hevur oyðilagt bæði hús og bilar, og skaðin er serliga stórur í høvuðsstaðnum Washington og statunum Virgivia, Ohio og West Virgivina. Myndugleikarnir siga, at fleiri doyðu, tá trø duttu oman yvir hús ella bilar, sum tey vóru í.
Tað hevur verið óvanliga heitt í eystara parti av USA teir seinastu dagarnar, og illveðrið stóðst av tí nógva hitanum og vætu í luftini. Nógvastaðni hevur hitin verið oman fyri 40 stig.