Fríggjadagin settu danir "spakan" í til størstu havvindmyllulund á Danmark. Uppsetanin av tilsamans 111 vindmyllum varð alment sett í verk av onkumálaráðharranum, Martin Lidegaard.
- Hetta er ein søgulig verkætlan, sum samstundis merkir, at Danmark verður grønari, segði orkumálaráðharrin.
Talan er um 111 havvindmyllur tilsamans. Tær eru 141,6 metrar høgar, og hvør mylla vigar ikki minni enn 460 tons. Samlaða orkan, sum tær kunnu geva frá sær, er 400 MW, sum tað eitur á fakmáli. Hetta svarar til, at tær 111 myllurnar kunnu "føða" 400.000 donsk húsarhald við orku.
- Havmyllulundin merkir, at Danmark verður á einum fyrstaplássi á hesum øki. Kappingin við hini londini er hørð, men danska stjórnin stendur við sítt mál, segði orkumálaráðharrin, Martin Lidegaard.
Nýggja vindmyllulundin, sum verður sett upp á havinum, verður sambært verkætlanini øll virkin á heysti í 2013.