Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum verður boðað frá, at íalt eru 15,8 mió kr., sum søkjast kunnu um í hesum umfarinum.
Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk og kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Hesar umsóknir, ið eru fevndar av høvuðsøki 1, verða viðgjørdar av Granskingarráðnum, so hvørt tær verða móttiknar.
Verkætlanir undir høvuðsøki 1 kunnu millum annað fevna um upplýsandi átøk ella tilfar, onnur serlig átøk, ráðstevnur og smærri kanningarverkætlanir.
Til høvuðsøki 1 eru 4 milliónir kr. tøkar.
Eisini kunnu granskarar saman við stovni í Føroyum nú søkja um stuðul frá høvuðsøki 2, ið fevnir um gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir.
Stuðul frá høvuðsøki 2 kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d. verkætlanir og post.doc. verkætlanir.
Til høvuðsøki 2 eru 11,8 milliónir kr. tøkar. Av hesum eru 7,5 mió tøkar í hesum umsóknarumfarinum.
Umsóknarfreistin fyri høvuðsøki 2 er 1. september kl. 12, og umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni, gransking.fo.