Steypakapping kvinnur: Eingin ivi er um, at KÍ verður annað liðið í steypafinaluni á Summarfestivalinum. Bólturin er rundur, og øll hugsandi og óhugsandi fyrivarni kunnu gravast fram. Men eftir fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, sum var millum KÍ og Víking í Gøtu í kvøld, so er eingin ivi um, at KÍ verður annað liðið í finaluni, sum verður spæld á Summarfestivalinum í Klaksvík.
Úrslitið í Sarpugerði í kvøld var 12-0 til KÍ, sum í hálvleikinum var frammanfyri 6-0. Harvið er seinna hálvfinalan, sum verður í Klaksvík 2. hvítusunnudag, bara avgreiðslusøk.
Stóri málskjúttin hjá KÍ í kvøld var 15 ára gamla Eyðvør Klakstein, sum fekk møguleikan í álopinum, tí Sofía Purkhús var upptikin av landsliðsvenjing í flogbólti, og tískil ikki kom á vøllin fyrr enn í 2. hálvleiki.
Eyðvør Klakstein skoraði fimm mál - trý í 1. hálvleiki og tvey í 2. hálvleiki!
Ein annar av ungu KÍ spælarunum, 16 ára gamla Maria K. Thomsen, skoraði tríggjar ferðir - allar tríggjar ferðirnar í 1. hálvleiki.
Líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði vóru ikki so galin í kvøld.
Víkingur-KÍ 0-12 (0-6)
0-1: Maria K. Thomsen 11.
0-2: Eyðvør Klakstein 13.
0-3: Eyðvør Klakstein 18.
0-4: Maria K. Thomsen 29.
0-5: Eyðvør Klakstein 32.
0-6: Maria K. Thomsen 33.
0-7: Rannvá B. Andreasen 46.
0-8: Rannvá B. Andreasen 54.
0-9: Eyðvør Klakstein 58.
0-10: Eyðvør Klakstein 60.
0-11: Rannvá B. Andreasen 83.
0-12: Sigrid Jacobsen 87.