12,7 milliónir fleiri í landskassan

Inntøkurnar av skatti vóru hjá landskassanum fyrstu tveir mánaðirnar 5,09 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør

Búskaparvøksturin í ár verður væl lægri, enn hann var í fjør. Tað roknar Búskaparráðið við í várfrágreiðingini, sum varð løgd fram ígjár. Meðan vøksturin í fjør nú verður mettur at hava verið 6,2 prosent, so verður roknað við, at vøksturin í ár verður 0,5 prosent.

Síðani 2014 hevur vøksturin í leypandi prísum verið millum 5,6 og 7,5 prosent.

Høvuðsorsøkirnar verða sagdar at vera lægri inntøkur í uppisjóvarvinnuni, at tøkan av laksi verður minni í ár, enn hon var í fjør, og at oljuprísirnir hækkað.

 

Nýggjastu skattatølini vísa, at lønarinntøkurnar framvegis hækka. Landskassin fekk tveir teir fyrstu mánaðirnar 11.686.537 krónur fleiri inn í skatti enn í januar og februar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 5,09 prosent.

Landsskatturin í januar og februar í ár var 241.252.858 kríonur, meðan hann í fjør var 229.566.321 krónur.