12 ár síðani seinasti føroyingur fylti 100 ár

Sosialurin 90 ár: Tá Drikka á Fløtti fylti 100 ár í 1975, vóru 12 ár síðani seinasti føroyingur hevði fylt 100 ár

Sosialurin 90 ár: Tá Drikka á Fløtti fylti 100 ár í 1975, vóru 12 ár síðani seinasti føroyingur hevði fylt 100 ár

Sosialurin skrivar 2. juni í 1975:

»Í dag verður elsta fólkið í Føroyum 100 ár. Tað er Frederikka Sigvardsen við Gjógv.

Drikka á Fløtti, sum hon vanliga verður rópt, kom til Gjáar úr Funningi at tæna 16 ára gomul, har hon er barnfødd.

Í 1899 giftist hon við Petur Jákup Sigvardsen, sum í sínari tíð var ein av teimum kendu skiparunum í Føroyum, og sum førdi skip í næstan 20 ár. Seinasta árið, hann førdi skip, var í 1916. So fór hann at sigla við synum frá fyrru giftini, Kristian og Axeli, sum báðir førdu skip.

Hann var við Kristinu í 1920, sum Axel førdi, og sum gekk burtur sama árið.

Frederikka og Petur Jákup fingu seks børn. Katrina, Jákup Martin, sum fórst við Kristinu, Karl Jákup, Jóannes, Suffía og Petur, sum gekk burtur í Grønlandi í 1958.

Frederikka býr framvegis í heimi sínum á Fløtti við Gjógv saman við soninum Jóannes og dóttrini Suffíu, sum gjørdist einkja í 1935, og har heldur hon eisini 100 ára føðingardagin.

Seinasta fólkið í Føroyum, sum náddi líka høgan aldur sum Drikka, var Karin Louisa Jacobsen á Selatræ. Hon fylti 100 ár 25. august í 1963.«

24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar