Stjarnan við Natasju Hammer og Ingu Mariu Roysdóttir á liðnum hevði mikukvøldið torføran heimadyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Á vitjan á Hekluhøllini var meistaraliðið, Valur sum var stórur favorittur undan dystinum. Valur vann greiðan 34-27 sigur. Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 1:2, 3:4, 4:7, 7:11, 10:15, 13:17, 14:21, 15:23, 17:26, 20:29, 27:34.
Natasja og Inga Maria løgdu tó eitt gott avrik fyri dagin. Tær vóru deildir toppskjúttar hjá Stjörnuni við seks málum hvør.
Stjarnan hevur aftaná fýra dystir framvegis fyrsta stigið til góðar.
Komandi mikukvøld klokkan 20.30 hevur Stjarnan dyst á útivølli móti Selfossi.