Rói og liðfelagarnir eru triðfremst

Hallby vann tepran sigur á heimavølli

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku mikukvøldið móti AMO í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Dysturin í Jönköpings idrottshus endaði við 32-30 sigri til Hallby, ið var á odda 14-13 í steðginum.

 

Rói skoraði tvey mál upp á seks málroyndir, og hann legði upp til eitt mál (assist). 

 

Hallby er triðfremst í deildini við seks stigum fyri fimm dystir. Malmö er fremst í deildini við átta stigum.

 

Komandi leygarkvøld klokkan 19 spælir Hallby dyst á útivølli móti Önnered.